06.05.2011 · Umhvørvismálaráðið

LÍV selt til BankNordik

LÍV selt til BankNordik

Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Johan Dahl, undirskrivaði í dag sølusáttmála við BankNordik um 50% av partapeninginum í P/F Føroya Lívstrygging.

Sølusáttmálin er úrslitið av tilgongdini, ið byrjaði við lýsing millum jólanna 2010 um sølu av 50% av partapeninginum, har sóknast varð eftir einum íleggjara, sum í samstarvi við Ognarfelagið Lív, ið fer at eiga hini 50%, vil styrkja virksemið og virkisøkið hjá P/F Føroya Lívstrygging.

Tilboðini um keyp vórðu mett eftir bodnum prísi og hvussu tilboðsgevarin best vildi tryggja avmarking og minking av váða landskassans av veðhaldinum fyri tær tryggingar, ið eru teknaðar fyri 1. januar 2000.

“Eg eri sera fegin um, at tað við útbjóðingini og sølusáttmálanum er komið fram til greiðar og krevjandi avtalur um, hvussu landskassaveðhaldið minkar og vónandi eftir stuttari tíð kann falla burtur”, sigur Johan Dahl, vinnumálaráðharri.
“Tað er eisini gleðiligt at tað meira enn tólv ára gamla arbeiði at einskilja P/F Føroya Lívstrygging við undirskrivingini av sølusáttmálanum í dag, nú er komið at enda.”

Við nýggjum strukturi í Lív-samtakinum og við eigarum, sum hava greiða fatan og samfatan um framtíðina hjá Lív-samtakinum, verður Føroya Lívstrygging ein dyggur kappingarneyti á føroyska lívstryggingarmarknaðinum.

Sølan merkir eisini, at føroyski lívstryggingarmarknaðurin nú er til reiðar at bjóða sínar tænastur fram í sambandi við komandi pensjónsnýskipanina.

“Eg ynski starvsfólkunum í Lív-samtakinum og nýggju eigarunum góða eydnu. Kappingin við hitt føroyska lívstryggingarfelagið verður hørð, men hon verður til frama fyri verandi og komandi keyparar av lívstryggingum” sigur Johan Dahl.