Johan Dahl, landsstýrismaður, hevur góðkent, at oljuleitingarloyvi 008 verður longt.
Tíðindaskriv
Johan Dahl, landsstýrismaður, hevur góðkent, at oljuleitingarloyvi 008 verður longt.
Sum partur av treytunum fyri at loyvið verður longt, hava loyvishavararnir átikið sær at bora ein leitibrunn á økinum.
Loyvið 008 varð latið í 2005 í øðrum útbjóðingarumfari. Loyvishavarar eru Statoil, ið er fyristøðufelag, Dong Føroyar og OMV.
Johan Dahl, landsstýrismaður, sigur í viðmerking ”Tað er sera hugaligt fyri oljuleiting í føroyskum øki, at loyvishavarar aftur átaka sær at bora ein leitibrunn”.
Vit eru sannførd um, at føroyska økið hevur ótroyttar møguleikar. Men vit eru samstundis greið yvir, at fíggjarkreppan eisini hevur sína ávirkan á arbeiðsumstøðurnar hjá oljufeløgum, og at lakara fíggjarorkan er avmarkandi fyri virksemi teirra. Á hesum grundarlagi er tað enn størri orsøk til at fegnast um hesa avtalu, ið eg vóni verður til gagns fyri Føroya land og fyri loyvishavararnar.
Saman við brunninum, ið ENI, Cieco og Føroya Kolvetni fara at bora í vár, hava vit nú tveir brunnar fyri framman. Hetta kunnu vit vera væl nøgd við og staðfesta jaligu tilgongdina í oljuleiting á føroyskum øki.”
Loyvið verður longt til 2014 ella 2015, alt eftir hvør arbeiðsskrá verður vald at útinna.