Johan Dahl, landsstýrismaður: “Staðfestingin av kolvetnum er lovandi, og eg vænti, at hetta fer at økja um áhugan fyri oljuleiting í føroyska økinum enn meira. Við hesum úrslitunum og í minsta lagi tveimum leitibrunnum, sum verða boraðir í øðrum leitiloyvum komandi tvey - trý árini, sær framtíðin spennandi út.”
Leitiibrunnurin 6004/8a-1 í loyvisøki 005 er liðugt boraður. Brunnurin varð boraður á 1.106 metra havdýpi og rakk 3.901 metrar undir sjóvarmálan. Tað var boripallurin West Phoenix, ið boraði brunnin.
Feløgini í leitingarloyvi 005 eru ENI Denmark B.V., ið er fyristøðufelag, Cieco E & P (Faroe) Limited, Dana Petroleum (E & P) Limited, First Oil Expro Limited, Føroya Kolvetni P/F og OMV (Faroe Islands) Exploration GmbH.
Kolvetni vórðu funnin í tunnum sandløgum millum tjúkkari gosgrýtisfláir. Framhaldandi kanningar eru neyðugar til tess at meta nærri um samlaðu kolvetnisnøgdirnar í loyvisøkinum.
Boringin gav nýggjar og virðismiklar jarðfrøðiligar upplýsingar og eina greiðari mynd av heildarvánunum fyri oljuleiting á leiðini kring loyvisøki 005.
Brunnurin verður nú tiptur og afturlatin, og fyristøðufelagið fer at greina úrslitini, áðrenn avgerð verður tikin um, hvussu farast skal víðari fram.