19.11.2015 · Umhvørvismálaráðið

Leigugjald er betri enn at leggja eyka skatt á vinning

Leigugjald er betri enn at leggja eyka skatt á vinning

Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, hevði í gjár framløgu um vinnupolitikkin hjá landsstýrinum á vinnudegi, sum Fuglafjarðar Kommuna skipaði fyri í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Í framløguni kom landsstýrismaðurin inn á nøkur fokusøki og vinnupolitiskar raðfestingar hjá landsstýrinum.

Fríhandils- og heilsufrøðiligir sáttmálar
Heilsufrøðiligir sáttmálar eru lykilin og fortreytin fyri, at føroyskar fiskavørur kunnu sleppa inn á útlendskar marknaðir, og at fáa heilsufrøðiligar sáttmálar við Kina og Brasilia hevur høga raðfesting. Í arbeiðinum at fáa í lag hesar sáttmálar hevur Heilsufrøðiliga starvsstovan ein avgerandi leiklut. Í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2016 er játtanin til Heilsufrøðiligu starvsstovuna hækkað við 800.000 kr., og økta játtanin skal nýtast til at raðfesta arbeiðið við heilsufrøðiligum sáttmálum.

Í samstarvi við Útflutningsráðið skal útflutningspolitikkur orðast. Arbeiðið at fáa í lag nýggjar handilssáttmálar verður raðfest, og málini eru ein nýggjur handilssáttmáli við ES og fríhandilssáttmálar við Russland, Ukraina, Kina og Brasilia.

Marknaðarføring av føroyskari vinnu
Marknaðarføring av føroyskari vinnu er fokusøki í uttanríkispolitikkinum hjá landsstýrinum. Í uppskotinum til fíggjarlóg er játtanin til sendistovurnar hækkað. Serstøk konta á 1 mió. kr. verður gjørd til átøk at marknaðarføra føroyska vinnu, og ætlanin er at fremja átøk í samstarvi við vinnuna.

Nýtt útbjóðingarumfar fyri oljufeløg til leiting í føroyskum øki verður í 2017, og marknaðarføring av undirgrundini verður raðfest. Hóast olja enn ikki er funnin í rakstrarverdum nøgdum í føroyskum øki, hevur frálandavinnan verið í stórari menning seinnu árini. Skipaferðslan kring Føroyar er økt nógv seinastu árini og fer at økjast nógv komandi árini, tí Føroyar liggja væl fyri í mun til siglingarleiðirnar í Arktis. Í uppskotinum til komandi fíggjarlóg eru 788.000 kr. játtaðar til at seta á stovn ein maritiman tænastudepil. Stórir vinnumøguleikar liggja í at veita maritimar tænastur til altjóða skipavinnuna, men eisini aðrar tænastur, eitt nú innan flogferðslu og hotell- og matstovuvirksemi.

Leigugjald heldur enn serskatting av vinningi
Landsstýrið ætlar at broyta skattingina og avgjøldini á alivinnuna. Farið verður burtur frá serskattingini av vinningi, sum undanfarna landsstýri setti í verk. Í staðin verður ásett eitt nýtt hægri tøkugjald, ið verður javnað eftir søluprísinum á alifiski.

Tøkugjaldið er at rokna sum leigugjald fyri at nýta firðir og náttúrutilfeingi. Landsstýrismaðurin er av tí sannføring, at rættast er at taka gjald frá alivinnuni fyri loyvi at brúka tilfeingi, heldur enn at leggja eyka skatt á vinning. Endamálið við øllum vinnuligum virksemi er vinningur. Tað er rætt og rímiligt at krevja gjald frá vinnuni aftur fyri framíhjárættin at nýta náttúrutilfeingið. Leigugjaldið skal laga seg eftir marknaðargongdini. Vinningur eigur at skattast við vanligum partafelagsskatti og skal í mest møguligan mun falla til vinnuna.