09.04.2008 · Umhvørvismálaráðið

Landstýriskvinnan í vinnumálum í London

Nú landsstýrið er farið undir at menna FAS- skipanina (Føroya Altjóða Skipaskráseting) var landsstýriskvinnan í vinnumálum, Bjørt Samuelsen, saman við umboðum frá shipping- og fíggjarvinnuni og embætisfólki í London í døgunum 1.-3. apríl, til tess at hitta fólk innan shipping og kunna um FAS.

Landsstýriskvinnan og umboðini fyri vinnuna luttóku í árliga “ Lloyd´s List London Awards”, har feløg og einstaklingar innan shipping-vinnuna savnast at handa virðislønir til persónar og virkir, sum hvør á sínum øki hava skarað framúr, shipping-vinnuni at frama.
 
Bjørt Samuelsen var í ár biðin at handa virðislønina til “Lloyd´s List Shipmaster of the Year”. Heiðurin fekk Alistair Mc Fadyen, kapteinur, fyri hansara framúrskarandi leiðaraavrik í sambandi við hending í Biscaya Víkini í mars 2007, og landsstýriskvinnan nevndi í handanarrøðu síni, at hon sum umboð fyri sjófararatjóðina Føroyar var sera errin av at fáa høvi til at handa hesa virðisløn.
 
Undir vitjanini varð eisini vitjað hjá Lloyd´s List, har blaðstjórin nýtti høvi at gera samrøðu við Bjørt Samuelsen, landsstýriskvinnu og ferðalag hennara um FAS og onnur vinnuviðurskifti í Føroyum.
 
Somuleiðis vitjaði landsstýriskvinnan eisini sendistovu Føroya í London, har sendimaður Føroya, Sigmundur Ísfeld, greiddi frá virksemi teirra og tosað varð um ætlaninar at styrkja arbeiðið við vinnuframa á sendistovunum.
 
Eisini hitti landsstýriskvinnan sendimann Danmarkar Birger Riis-Jørgensen.