Bjørt Samuelsen, landsstýriskvinna í vinnumálum, hevur á fundi við Kristian L. Møller, íslendska samferðslumálaráðharran, tikið upp spurningin umframtíðar samstarvið millum Føroyar og Ísland um FarIce kaðalin, sum er sera týðandi fyri føroyska samskiftið við umheimin.
Íslendsku orkufeløgini hava saman við øðrum arbeitt við ætlanum um at gera ein nýggjan samskiftiskaðal millum Ísland og Danmark, og hevur ætlanin verið at latið felagið, sum eigur íslendsku partabrøvini í FarIce standa fyri hesum arbeiði. Orsøkin til, at íslendingar hava áhuga í at leggja nýggja kaðalin er, at orkufeløgini nú bjóða seg fram at hýsa ambætara-parkum hjá íslendskum og útlendskum fyritøkum, og krevja hesar ætlanir fleiri samskiftisvegir millum Ísland og umheimin.
Landsstýriskvinnan hevði í hesum sambandi biðið um fundin við íslendska ráðharran fyri at tryggja føroysku áhugamálini í sambandi við FarIce kaðalin. Ráðharrarnir løgdu dent á tað góða samstarvið, sum hevði verið millum íslendskar og føroyskar myndugleikar, og vóru samdir um, at føroysku eigararnir í FarIce skuldu verða tiknir við upp á ráð, áðrenn nakrar broytingar vórðu gjørdar í samstarvinum. Føroysk fjarskiftisfeløg eiga tilsamans 20 % av partapeninginum í FarIce.
Nærri upplýsingar kunnu fáast við at venda sær til Vinnumálaráðið.