Landsstýrismaðurin í vinnumálum var til móttøku hjá matstovuni Etika.
Í gjárkvøldið opnaði spennandi nýggja matstovan Etika á Nyøstergade í Keypmannahavn. 700 fólk vóru komin til móttøku, herav 40 føroyingar. Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Johan Dahl, var eisini til móttøkuna í Keypmannhavn fyri at ynskja starvsfólkum og eigarum alt tað besta.
Á Etika verður borðreitt við japanskum mati, herímillum eisini sushi og er umleið 70% av matinum fiskarættir. Tað mesta av hesum fiski er úr Føroyum. Grundarlagið hjá Etika er, at góðska og sniðgeving eru í hásæti. Etika vil borðreiða við mati við høgari góðsku, tí hava tey lagt seg eftir at nýta dygdargóðar rávørur.
Tá hugsað verður um sniðgeving, kann nevnast, at veggirnir í Etika eru prýddir við myndum av føroyska havbotninum, búnanir eru sniðgivnir av Guðrun og Guðrun og tónleikurin er samansettur av Edvard Nyholm Debess. Á Etika hava tey annars lagt seg eftir, at konseptið er gjøgnumført og sæst hetta aftur nógva staðni, m.a. kann nevnast, at stórar talvur eru settar upp, har ætlanin er at høvundar kunnu lata tilfar, sum kann skrivast á talvurnar.
Íleggjararnir í Etika eru Hotel Føroyar, SMS, Poul Hansen og Føroyagrunnurin.