11.03.2015 · Umhvørvismálaráðið

Landsstýrismaðurin verið í Íslandi fyri at kunna seg um útlendingamál

Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Johan Dahl, hevur verið í Íslandi fyri at kunna seg um útlendingamál, serliga um integrasjón av útlendingum, og um flóttafólk.

Í døgunum 4. til 6. mars í ár var landsstýrismaðurin í vinnumálum, Johan Dahl, í Íslandi fyri at kunna seg um íslendsku royndirnar við útlendingamálum, serliga við integrasjón av útlendingum, og um flóttafólk.

Landsstýrismaðurin møtti íslendska ráðharranum í innlendis- og lógarmálum, og fekk fyrst eina frágreiðing um íslendsku lóggávuna á økinum, og um integrasjón av útlendingum í Íslandi.

Ísland hevur í nógv ár tikið ímóti kvotaflóttafólkum. Kvotafólk eru flóttafólk, sum Ísland ger avtalu við ST um at taka ímóti. Ofta eru hetta flóttafólk, sum einki land hava at fara aftur til.

Í løtuni tekur Ísland ímóti umleið 10 kvotaflóttafólkum annað hvørt ár. Serliga eru tað einligar mammur, ið ofta hava fleiri børn, sum Ísland tekur ímóti sambært hesi skipan, og royndirnar av hesum eru góðar.

Talið av fólkum, ið søkja um friðskjól í Íslandi, er vaksið nógv seinnu árini. Í 2009 var talið av fólkum, ið søktu um friðskjól í Íslandi, 35. Í 2014 var talið 175. Í 2015 verður roknað við, at umleið 216 fara at søkja um friðskjól.

Flóttafólkini, ið søkja um friðskjól í Íslandi, koma serliga úr Russlandi, Ukraina, Albania, Irak, Nigeria og Sýria.

Útlendingamál kosta íslendska statinum, alt íroknað, eitt stað millum 70 og 100 mió. danskar krónur at umsita um árið. Sannlíkt er, at hetta tal fer at økjast munandi, heldur forsøgnin um at talið at fólkum, ið søkja um friðskjól í Íslandi, fer at økjast.

Á ferðini í Íslandi hitti Johan Dahl eisini íslendska Reyða Kross, sum hevur ein serligan virknan leiklut, tá tað kemur til integrasjón av flóttafólkum í Íslandi.

Eisini varð vitjað í Keflavíkar kommunu, sum hevur tikið ímóti nógvum flóttafólkum seinni árini. Har hitti landsstýrismaðurin eisini flótta, sum greiddi frá sínum royndum sum flóttafólk í Íslandi.

Íslendingar løgdu serliga stóran dent á, at tað er sera týdningarmikið alla tíðina at hava breiða politiska undirtøku fyri útlendingapolitikkinum.

Ferðin hevur tí bara sannført meg enn meira um, at hetta er eitt sera viðbrekið og torgreitt øki at arbeiða við, og tí eiga vit at umhugsa hetta mál sera væl, áðrenn vit taka nakra avgerð um at taka ímóti flóttafólkum, sigur Johan Dahl at enda.

Vinnumálaráðið, tann 11. mars 2015