Landsstýrismaðurin í vinnumálum skipar í heyst fyri fleiri íverkserara átøkum. Endamálið við átøkunum er at kveikja áhuga fyri íverksetan í Føroyum.
Johan Dahl landsstýrismaður í vinnumálum sigur:
“Sum landsstýrismaður við ábyrd fyri verksetan fari eg í heyst, at arbeiða miðvíst við at betra um korini hjá føroyskum íverksetum. Fokus skal setast á vøruna og føroyskir íverksetarar skulu fáa hjálp at finna nýggjar marknaðir. Hetta verður millum annað gjørt við at føroyskir íverksetar sleppa at royna seg á danska íverksetarasentrinum hjá Jørgen Mads Clausen”.
Tann 1. oktober kemur kendi danski vinnulívsmaðurin Jørgen Mads Clausen á vitjan. Jørgen Mads Clausen er eigari av kendu donsku fyritøkuni Danfoss. Hann hevur seinastu árini gjørt eitt stórt arbeiði í Danmark fyri at stimbra undir danska íverksetan millum ung fólk. Hann hevur millum annað verið formaður fyri Young Enterprise í Danmark. Jørgen Mads Clausen skal á fundi við Johan Dahl og Helenu Dam á Neystabø tosað um týdningin av íverksetan í skúlunum.
Í oktober verður skipað fyri íverksetaraviku í Føroyum. Í hesum sambandi koma umboð frá Nýskapanar sentrinum í Íslandi á vitjan. Skrá fyri vikuni verður at síggja á heimasíðuni hjá vinnumálaráðnum seinni (www.vmr.fo).
Í november verður skipa fyri ferð til Danmarkar. Endamálið við ferðini er at føroyskar fyritøkur fáa møguleikan, at royna sínar vørur og hugskot á íverksetarasenterinum hjá Jørgen Mads Clausen. Talan er sostatt um eina arbeiðsviku har danskir serfrøðingar hjálpa føroyskum íverksetum at betra um vøruna, finna kundar og marknaðir og annað. Meira fæst at vita um vikuna seinni á www.vmr.fo.