27.10.2016 · Umhvørvismálaráðið

Landsstýrismaðurin setti FaroExpo 2016

Landsstýrismaðurin setti FaroExpo 2016

Hósmorgunin 27. oktober setti Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum FaroExpo 2016 í Runavík.

Í røðu síni segði Poul Michelsen m.a., at FaroExpo er ein fastur pallur har føroysk og útlendsk vinnulívfólk hittast. Hetta er ellivunti ferð at messan verður hildin, og FaroExpo er komin fyri at vera.

Samskiftistøknin hevur kollvelt okkara gernandisdag bæði í privat- og vinnulívinum. Men FaroExpo er eitt prógv og ein ámining um týdningin sum persónlig netverk og sambond hava í vinnulívið. Tí tøknin kann ongantíð standa mátt við persónliga samskifti og sambondini.

Landsstýrismaðurin vísti á at tað er ein fragd at síggja hvussu føroyskar fyritøkur bjóða seg fram og hava framgongd bæði her heima og úti í heimi. Handan framgongdina og góðu úrslitini liggur viljin og dirvi at taka móti avbjóðingunum og møguleikunum sum vísa seg.