29.04.2016 · Umhvørvismálaráðið

Landsstýrismaðurin luttikið á flaggdagshaldi í London og hitt Føroyanevndina og umboð fyri bretsku stjórnina

Landsstýrismaðurin luttikið á flaggdagshaldi í London og hitt Føroyanevndina og umboð fyri bretsku stjórnina

Mikudagin 27. apríl til fríggjadagin 29. Apríl vitjaði Poul Michelsen landsstýrismaður í London, og var hann heiðursgestur til árliga flaggdagshaldið hjá Sendistovu Føroya.

Til flaggdagshaldið vóru bretskar politikarar, diplomatar og umboð fyri altjóða felagsskapir, umframt umboð úr handilsumhvørvinum og mentanarlívinum í London. Í flaggdagsrøðu síni legði landsstýrismaðurin dent á langtíðar týdningin ið viðurkenningin av føroyska merkinum hevur havt fyri føroysku tjóðina, umframt áhaldandi ávirkanina sum drívmegi fyri føroyskari luttøku í altjóða høpi.

Fyrr sama dag hevði landsstýrismaðurin hitt Føroyanevndina í bretska parlamentinum, All-Party Parliamentary Group (APPG) on the Faroes, við Angus Brendan MacNeil MP sum formanni. Landsstýrismaðurin nýtti høvið at kunna nevndina um ymisk føroysk viðurskifti, umframt at svaraði spurningum um eitt nú fiskivinnunýskipanina, orkuætlanir, 4G kervið, undirsjóvartunlar, heilsuverkið og vaksandi ferðavinnuna.

Hósdagin hevði landsstýrismaðurin fleiri fundir við umboð fyri bretsku stjórnina um útflutningsframa og joint ventures,  har prátaðu tey áhugamál og arbeiðsætlanir í Arktis og Útnorði.

At enda var landsstýrismaðurin í Foreign & Commonwealth Office, og fekk høvi at kunna seg um komandi fólkaatkvøðuna í Stóra Bretlandi um verandi ES limaskap.

(Myndatekstur: Landsstýrismaðurin og All-Party Parliamentary Group (APPG) on the Faroes.)