Landsstýrismaðurin í vinnumálum vitjaði í dag vakstrarhúsið í Sandavági
”Hetta er eitt áhugavert og ótraditionelt tiltak, sum kann gera tað lættari hjá arbeiðsleysum at fóta sær aftur á arbeiðsmarknaðinum" sigur Johan Dahl, landsstýrismaður.
Á vakstrarhúsinum eru starvsfólkini í ferð við at fyrireika til komandi sesong. Blómuleykir verða settir niður og riggað verður av frá seinastu heysting.
Vakstrarhúsið hevur í ár framleitt eitt breitt úrval av grønmeti, t.d. jarðber, røtur, salat, radisur, persillu og dild, umframt royndir við tomatum o.ø. Stórur áhugi hevur eisini verið fyri keypa at framleiðsluna, og serliga matstovur hava fegnast um at kunna keypa føroyskt framleitt grønmeti og kryddurtir.
Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, fegnast um átakið. ”Hetta er eitt áhugavert og ótraditionelt tiltak, sum kann gera tað lættari hjá arbeiðsleysum at fóta sær aftur á arbeiðsmarknaðinum. Tað er ein sannroynd, at talið av fólki, sum einki arbeiði hevur er alt ov høgt, og í avbjóðandi tíðum er neyðugt at hugsa øðrvísi og at ganga nýggjar leiðir.”
Við vakstrarhúsinum hevur ALS skapað eitt umhvørvi, har fólk, sum einki arbeiði hava, kunnu sleppa til verka. Tey fáa høvi at vinna sær virðismiklar arbeiðsroyndir, samstundis sum tey sleppa at hvessa sær førleikarnar, og royndir vísa eisini, at tað er lættari at fáa eitt nýtt arbeiði, um ein er í starvi frammanundan, heldur enn um ein ikki er á arbeiðsmarknaðinum.