22.03.2012 · Umhvørvismálaráðið

Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Johan Dahl, heilsar nýggja flogfarinum vælkomið

Røða, sum Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum helt í sambandi við, at nýggja Airbus A319 er komin í flotan hjá Atlantic Airways

Røða, sum Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum helt tá nýggja flogfarið hjá Atlantic Airways lendið í Vágunum

Hesin dagur er ein týðandi dagur fyri Føroya fólk og fyri Atlantic Airways. At hesin Airbus A319 verður partur av flotanum hjá Atlantic Airways er meira enn keyp av einum nýggjum flogfari – tað er ein søgulig hending, sum gevur Atlantic Airways og okkum føroyingum nakrar nýggjar møguleikar. Tí sum eitt oyggjasamfelag mitt úti í Norðuratlantshavinum eru vit fulvæl greið yvir, at skjót atgongd til umheimin er ein fortreyt fyri okkara virknu luttøku í heimssamfelagnum.

Í 1996 segði Christan Blanc, táverandi nevndarformaður í Air France:

It is obvious we are fighting for Air France Group...But in actual fact, we are also fighting for France

Um vit hugsa hetta í føroyskum høpi er tað greitt, at starvsfólkini hjá Atlantic Airways stríðast fyri fyritøkuni – men sanniliga eisini fyri Føroyar. Loftvegis sambandið er nevniliga ein fortreyt fyri okkara framhaldandi tilveru her á landi. Og hendan leiklut hevur Atlantic Airways røkt væl eins og felagið hevur verið framskygt, t.d. við nýggjum farleiðum  - sum útveganin av hesum nýggja flogfari eisini skapar møguleikar og nýggjar hættir at gera tingini uppá.

Hyggja vit aftur í tíðina, so var tað eisini ein søguligur dagur, tá Atlantic Airways í 1988 fleyg fyrsta túrin til Føroyar. Vit hoyrdu herfyri í útvarpinum Lassa Klein, táverandi landsstýrismann, minnast aftur á ein líknandi túr, sum varð gjørdur fyri at heinta fyrsta flogfarið hjá Atlantic Airways. Tað, sum serliga rann honum til  hugs var, sum hann sjálvur orðaði seg, – ”at tað var ein fragd at hoyra eina føroyska rødd í  hátalaranum frá kokkpittinum”.

Tíðin í 1988, tá Atlantic Airways byrjaði at flúgva ímillum Vágar og Keypmannahavn, var sostatt eitt nýtt kapittul í føroyskari flogsøgu. Men søgan frammanundan er eisini áhugaverd.

Fyrsta reguliga flúgvingin upp á Føroyar byrjaði longu í sekstiárunum. Tað var felagið Faroe Airways, sum fleyg í nøkur ár. Ikki var altíð tespiligt at flúgva til og úr Føroyum í teimum døgum. Túrurin til Føroya tók meginpartin av degnum við ymsum millumlendingum í t.d. Skotlandi og Noregi. Hesu fyrstu árini varð flogið við einum DC-3 flogfari, sum tók um 20 ferðafólk.

Mær er sagt, at eina ferð var flogfarið veðurfast í Føroyum í samfullar 16 dagar, tí so nógvur kavi var. Amboð vóru nevniliga ikki til at rudda kavan við. Nakað øðrvísi er tað nú; har bara nakrir minuttir verða roknaðir sum ein seinking.

Nú á døgum kjakast vit føroyingar javnan um ferðaseðlaprísin til og úr Føroyum – men tá regluliga flogleiðin tók seg upp í sekstiárunum, vóru prísirnir lutfalsliga høgir. Mær er sagt, at ein einvegis ferðaseðil kostaði 500 krónur til og úr Føroyum. Hetta vóru sjálvsagt nógvir pengar tá á døgum. Men, um ein veruliga skal seta tað í eitt breiðari høpi, kann eg siga, at tá kostaði ein nátt á hotelli í Tórshavn 18 krónur. So tað kann sigast, at ferðing loftvegis millum Danmark og Føroyar var fyri tey vælbjargaðu. Men í dag er tað meira at kalla ein “lívslinja”.

Reguliga flúgvingin til og úr Føroyum hevur síðani verið røkt av Icelandair, Danair og Maersk. Ymisk flogfør hava verið nýtt at flúgva upp á Føroyar og serliga minnast fólk kanska Fokker Friendship. Tá Maersk í 1977 setti Boeing 737-200 á flogleiðina, var hetta eisini eitt gjøgnumbrot í føroyskari flogsøgu. Tá fóru føroyingar inn í jetøldina og flogtíðin styttist munandi, samstundis sum sitiplássini vóru fleiri í tali.

Tað var so við miklum stoltleika, at føroyingar í 1988 byrjaðu flúgvingina á føroyskum veingjum við BAE 146, sum hóskar væl til umstøðurnar í Føroyum. Nú kom verulig kapping í, tí Maersk røkti framvegis flogleiðina til Føroyar. Atlantic Airways tók seg skjótt fram og ta nógva av tíðini stóð rættiliga javnt við Maersk, hvat marknaðarparti viðvíkur. Hetta helt fram til 2004, tá Maersk gavst við loftvegis farleiðini til Føroyar.

Øll hesi árini er tað greitt, at tænastan og útboðið av farleiðum hevur verið nógv ment. Samstundis er tað at fara á flog ein lutfalsliga vanligur partur av lívsstílinum hjá føroyingum nú á døgum – tað veri tað seg í arbeiðsørindum ella privatørindum. Hugsa vit um, hvussu nógv fólk ferðast um flogvøllin nú í mun til fyrst í sekstiárunum, kann nevnast, at í 1963 fóru 946 fólk um flogvøllin og í 2011 var talið komið upp á 203499. Tað er 215 ferðir so nógv ferðafólk.

Tað er eingin loyna, at okkara staðseting, mitt í Atlantshavi, og okkara veðurlag eru ein avbjóðing fyri flogferðing. Tó so, hevur Atlantic Airways megnað at reka flogvirksemi við einum regluligum og álítandi rutuneti. Tænastan er góð og starvsfólkini jalig og professionell.

Áhaldandi hevur Atlantic Airways roynt nýggjar leiðir, økt um útboðið av rutum og títtleikan. Tað eru sjálvandi strong krøv, sum verða sett til flúgving í dag og hevur Atlantic Airways megnað hetta til lítar samstundis sum fyritøkan er kappingarfør á altjóða støði. Hetta hava vit eisini sæð í teimum sáttmálunum, sum Atlantic Airways hevur vunni úti í heim.

Sum landsstýrismaður, sum avvarðandi á hesum økinum veit eg, at tað mangan kann vera avbjóðandi at flúgva upp á Føroyar. Eg las eina ferð eina grein hjá BBC tíðindamanninum, Tim Ecott. Tim Ecott var á ferð í Føroyum og hevði í hesum sambandi spurt Magna Arga, hví Føroyar vórðu kallaðar “the land of maybe”. Til hetta svaraði Magni Arge:

Kanska means more than maybe. "It's really a state of mind, part of our Faroese character.  Perhaps, it's why our passengers and crew take it in their stride when we make a diversion.

Atlantic Airways hevur tó arbeitt við hesum avbjóðingum og uppbygt eina væl rikna fyritøku, sum seinnu árini eisini er skrásett á virðisbrævamarknaðinum.


Við hesum nýggja flogfari er greitt, at møguleikar eru fyri at fara undir nýggj ferðamál. Vit síggja longu tað fyrsta nýggja ferðamálið, nú Atlantic Airways fer at flúgva til Barcelona. Nýggj ferðamál hava týdning fyri ferðavinnumøguleikar og eisini at knýta nýggj vinnusambond.

Tað, at vit eru her í dag við hesum stásiliga nýggja flogfari, er partur av flogsøgu okkara – men tað, sum ger løtuna so týðandi, er tí, at hetta er partur av framtíðini – partur av møguleikunum. Vit liggja her í Atlantshavi  - og eg havi verið inni á avbjóðingunum, sum tað hevur við sær – men tað er eisini tað, sum gevur okkum møguleikar, sum eiga og skulu grípast. Vit hava eina framúrskarandi landafrøðiliga staðseting.

Tað er 500 km til næsta pláss, sum kann veita allar tær tænastur, sum vit sum samfelag kunnu. Vit eiga at spyrja okkum sjálv hvat vit kunnu bjóða av tænastum – tað veri tað seg loftvegis, sjóvegis ella sum tænastumiðdepil. Vit skulu sum samfelag brúka teir fyrimunir, vit hava, til at bjóða okkum fram – eins og fleiri føroyskar fyritøkur  hava – eins og Atlantic Airways hevur.

Hjartaliga til lukku Atlantic Airways og hjartaliga til lukku Føroya fólk.