26.11.2013 · Umhvørvismálaráðið

Landsstýrismaðurin í vinnumálum hitt umboð fyri olju- og orkumyndugleikarnar Í Stóra Bretlandi

Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, hitti í gjár umboð fyri olju- og orkumyndugleikarnar Í Stóra Bretlandi.

Landsstýrismaðurin umrøddi m.a. viðurskifti av felags áhuga viðvíkjandi oljuleiting og møguligari oljuframleiðslu.

Eisini kunnaði landsstýrismaðurin bretsku myndugleikarnar um orkuviðurskifti í Føroyum, herundir møguleikar at troyta varandi orkukeldur.

Landsstýrismaðurin skal eisini hitta leiðsluna í Oil and Gas UK, sum er felagsskapurin hjá oljuvinnuni í Bretlandi. Har fer landsstýrismaðurin at umrøða møguleikar fyri samvinnu millum føroyska vinnu og bretska oljuvinnu.

Á ferðini er eisini skipað fyri eini móttøku, har umboð fyri bretsk oljuáhugamál verða við. Har fer landsstýrismaðurin at bera fram nøkur orð um føroyska oljuvinnu. Harumframt fer Tim Dodson, leitistjóri hjá Statoil, at tosa um oljuleiting m.a. í Føroyum.

Seinasta tiltakið á vitjanini verður luttøka á einum seminari um oljuleiting, ið Statoil skipar fyri.