24.10.2014 · Umhvørvismálaráðið

Landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur sett arbeiðsbólk at gera uppskot til eigarapolitikk hjá landinum

Arbeiðsbólkurin skal greina nærri og gera uppskot til eigarapolitikk, sum eitt nú fevnir um, hvørjar virkiseindir landið skal eiga ella hvørjum virkisøkjum landið skal taka lut í. Eisini verður hugt nærri at endamáli og ætlanum við virkiseindunum, val av leiðslu, krøv viðvíkjandi leiðslu, samsýning, úrslitum o.s.fr.

Tað verður eisini álagt arbeiðsbólkinum at gera uppskot til kunngerð um at seta í gildi serligu reglurnar í vinnufelagslógini og ársroknskaparlógini fyri partafeløg, har landið hevur avgerandi ávirkan.

Uppskotið og tilmælið hjá arbeiðsbólkinum skal vera galdandi generelt, og ikki bara fevna um landspartafeløg, sum landsstýrismaðurin í vinnumálum varðar av. Tey kunnu eisini fevna um sjálvstøðugar grunnar og stovnar, har viðurskiftini eru lík teimum í partafeløgum. Arbeiðsbólkurin er tí skipaður og mannaður soleiðis, at viðkomandi stjórnarráð, tað eru Løgmansskrivstovan, Vinnumálaráðið og Fíggjarmálaráðið eru partar av arbeiðinum og hava hvør sítt umboð í arbeiðsbólkinum. Vinnumálaráðið hevur harumframt skrivarauppgávuna hjá arbeiðsbólkinum um hendi. Vinnan, feløgini og serkunnleiki á økinum verða tikin við sum sjálvsagdur partur í arbeiðinum.

Uppskotið og tilmælið frá arbeiðsbólkinum skulu handast landsstýrismanninum tann 1. juni 2015.