Johan Dahl og umboð fyri samgonguna hitta umboð fyri føroyska vinnulívið, sum liður í at fremja virkisskapandi átøk í Føroyum.
Sum liður í at fremja virkisskapandi átøk, samstarvar Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, og umboð fyri samgonguna við føroyska vinnulívið. Arbeitt verður við at skapa ítøkiligar ætlanir um, hvussu virksemið í Føroyum kann mennast her og nú, men eisini yvir longri tíð. Tað verður mett at hava avgerandi týdning at fáa íkast frá vinnuni soleiðis, at tær royndir og tað dugnasemi, sum er í føroyska vinnulívinum, verður gagnnýtt til fulnar.
Í samstarvinum við vinnuna er eitt av tiltøkunum ein kjak- og hugaroksfundur, sum varð hildin í Vinnuhúsinum í gjár. Á fundi í Vinnuhúsinum vóru møtt um 30 fólk umboðandi flest allar vinnugreinar í Føroyum. Hesi fingu hvør í sær høvi at leggja fram síni hugskot og sjónarmið og síðani varð kjakast um virkisskapandi átøk í síni heild.
Fundurin var jaligur, og fleiri av virkisskapandi átøkunum, sum vórðu umrødd, kunnu gerast veruleiki innan ikki alt ov langa tíð. Landsstýrismaðurin og umboð fyri samgonguna fara nú at meta um átøkini og síðani verður støða tikin til, hvørji átøk kunnu setast í verk.