25.11.2013 · Umhvørvismálaráðið

Landsstýrismaðurin í vinnumálum á arbeiðsvitjan í London

Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, er hesa vikuna á arbeiðsvitjan í London.

Í dag hevur landsstýrismaðurin verið á fundi við Malcolm Webb, stjóra fyri bretska oljuídnaðin, og við Simon Toole, loyvisstjóra í bretska Oljumálaráðnum.

 

 

Í morgin fer landsstýrismaðurin at bera fram røðu á aðalfundinum hjá IMO, ið er felagsskapur Sameindu tjóða fyri sjóvinnu. Mikudagin verður landsstýrismaðurin  vertur fyri móttøku á sendistovuni, har ljós verður varpað á oljuleiting í føroyskum øki. Høvuðsrøðari verður Tim Dodson, varastjóri fyri Statoil.

 

Hósdagin luttekur landsstýrismaðurin á tiltaki um Arktis, sum sendistovan hjá Noregi skipar fyri. Millum gestirnar verða norski og bretski uttanríkisráðharrarnir.

Tað er sendistovan í London, sum hevur lagt vitjanina til rættis. Í føroysku sendinevndini eru umboð fyri Jarðfeingi, Sjóvinnustýrið, og Føroyska oljuídnaðarbólkin (FOÍB).