12.11.2009 · Umhvørvismálaráðið
Landsstýrismaðurin hittir norðurlendsku starvsbrøður at umrøða ungdómsarbeiðsloysið
Hvat kunnu londini gera, til tess at minka um tað stórliga hækkandi ungdómsarbeiðsloysið, orsakað av búskaparligu kreppuni?
Hetta var evnið á fundinum hjá norðurlendsku arbeiðsmarknarmálaráðharrunum, tá teir hittust í Íslandi
11. november á árliga fundinum í Norðurlendska Ráðaharraráðnum.
Spurningurin er, hvussu vit leggja tiltøkini til rættis at minka um vaksandi ungdómsarbeiðsloysið her og nú, og samstundis fyrireika okkum upp á at seta tiltøk í verk fyri at minka um trupulleikan av manglandi arbeiðsmegi, sum kann fara at verða í framtíðini, orsakað av, at ein alsamt størri partur av fólkinum verður eldri.
Umrøðan av hesum spurningunum tók støðið í fundinum, sum norðurlendsku arbeiðsmarknaðarráðharrarnir høvdu við ES-kommisserin í arbeiðsmarknaðarmálum, Vladimir Spidla, og umboð fyri norðurlendsku arbeiðsgevararnar og arbeiðstakararnar dagin fyri, tann 10. november.
Her varð m.a. umrøtt, hvussu arbeiðsmarknaðarpolitikkurin í norðurlondum kann vera við til at førleikamenna arbeiðsmegina, soleiðis at førleikin svarar til tað, sum arbeiðsmarknaðurin hevur tørv á. Í hesum sambandi varð serliga víst á týdningin av, at arbeiðsmarknaðarpolitikkurin og útbúgvingarpolitikkurin verður samskipaður.
Ráðharrarnir vórðu á fundinum í Íslandi tann 11. november samdir um at bjóða viðkomandi sektorum til eitt samstarv um at kortleggja, hvørji tiltøk londini hava sett í verk til tess at minka um vaksandi undómsarbeiðsloysið her og nú og at byrgja upp fyri manglandi arbeiðsmegi í longdini.