04.02.2015 · Umhvørvismálaráðið

Landsstýrismaðurin fingið vissu fyri, at SEV áhaldandi vil fyribyrgja og avmarka streymslit

Eftir áhaldandi streymslit í januar mánaði bað landsstýrismaðurin í vinnumálum, Johan Dahl, um at fáa eina frágreiðing frá SEV. Hesa frágreiðing fekk landsstýrismaðurin fríggjadagin 30. januar.

Viðvíkjandi ítøkiligu streymslitunum í januar 2015, verður upplýst, at SEV og kundarnir kundu sloppið undan tveimum streymslitum, um SEV bar rætt at, og einum streymsliti, um arbeiðstakari bar seg rætt at. Talan var um brek av mannaávum undir óvanligum umstøðum, tí dagføringar og byggiarbeiði vóru í gongd.

Meira yvirskipað verður upplýst, at SEV yvir tíð miðar eftir eini “null-hugsjón” í sambandi við streymslit. Fyri at náa hesum, verður arbeitt miðvíst og áhaldandi fyri at minka um brek í skipanini og ítøkilig stig eru tikin til at broyta mannagongdir í hesum sambandi. Ein liður í hesum arbeiði er eisini liðugtgerð av kaðalleggingini av 10, 20 og 60 kV netunum, soleiðis at sleppast kann undan streymslitum, grundað á ódnarveður. Koplingarstøðin í Húsahaga og aðrar dagføringar í eitt nú framleiðslu- og stýriskipanum, t.d. Power Hub, eru eisini við til at røkka “null-hugsjónini”.

”Eg taki frágreiðingina til eftirtektar og kann fegnast um, at SEV áhaldandi roynir at fyribyrgja og avmarka streymslit. Áhaldandi streymslit eru ein bági fyri borgarar og vinnu, og í einum nútímans samfelagi er umráðandi, at elveitingin er støðug og dygdargóð”, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður.

Avtalað er, at SEV framyvir letur Jarðfeingi frágreiðingar yvir tey framtíðar streymslit, sum máttu íkomið umframt lýsing av ítøkiligum átøkum, ið verða sett í verk í kjalarvørrinum av hesum streymslitum.

Frágreiðingin frá SEV kann lesast her