29.10.2016 · Umhvørvismálaráðið

Landsstýrismaðurin á vinnuferð til Kina

Landsstýrismaðurin á vinnuferð til Kina

Í døgunum 30. oktober til 4. november skipar Uttanríkis- og vinnumálaráðið fyri vinnuferð í Kina.

Á ferðini luttaka umboð fyri 14 føroyskar fyritøkur, Vinnuhúsið og Heilsufrøðiliga Starvsstovan.

- Vit hava valt skipað fyri vinnuferðini fyri at geva fyritøkum møguleika at fáa størri innlit í kinesiska marknaðin og fáa í lag sambond. Landsstýrið arbeiðir miðvíst fyri at fáa betri marknaðaratgongd til okkara høvuðsmarknaðir, og á ferðini fara vit eisini at hava fundir við avvarðandi myndugleikar um møguleikarnar fyri at fáa í lag handilsavtalu við Kina, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður.

30. oktober til 2. november vitjar ferðalagið í Beijing, har ið fundir verða við myndugleikar. Millum annað verður farið á fund við heilsufrøðiliga myndugleikan við tí endamáli at tryggja nøktandi heilsufrøðiligar skipanir fyri útflutningi av fiski úr Føroyum til Kina. Fundur verður eisini við kinverska handilsmálaráðið, har ið møguleikarnir fyri at menna fríhandil landanna millum er á skrá.

Vitjað verður eisini hjá samskiftisrisanum Huawei, og fyritøkurnar fáa kunning og ráðgeving frá m.ø. danska handilskamarinum og øðrum um viðurskifti viðvíkjandi kinesiska marknaðin.

2. til 3. november er ferðalagið í Qingdao, har ið vitjað verður á størstu fiskivinnumessuni í Asia, China Fisheries & Seafood Expo, har ið eisini føroyskar fyritøkur luttaka. Qingdao er týdningarmikil havnabýur við yvir 6 mió. íbúgvum og hópin av vinnuligum møguleikum, ið kunnað verður um hjá m.a. Qingdao Bureau of Commerce.

Aftur í Beijing verður 4. november farið á fund við kinverska handilskamarið fyri matvørur.

Farið verður úr Kina aftur seinnapartin 4. november.

Fyritøkurnar sum luttaka á ferðini eru: Luna, Bakkafrost, Varðin, Pelagos, Landshandilin, Føroya Tele, Huawei Danmark, Amplexa Genetics, Mest, Klaksvíkar Sleipistøð, Pomek, Posta, Kemilux og Combine-IT.