09.02.2016 · Umhvørvismálaráðið

Landsstýrismaðurin á norðurlendska verkstovu í Grønlandi

Landsstýrismaðurin á norðurlendska verkstovu í Grønlandi

Poul Michelsen, landsstýrismaður í Uttanríkis- og vinnumálum, fer í dag til Grønlands, har hann á árligari norðurlendskari verkstovu fer at røða um støðu Føroya í mun til norðurlendskt samstarv. Luttakarar á verkstovuni eru grønlendska landsstýrið, landstingið umframt felagsskapir í Nuuk og embætisfólk.

Í sambandi við vitjanina fer landsstýrismaðurin m.a. eisini at hitta norðurlendsku samstarvsráðharrarnar úr Grønlandi og Álandi, umframt grønlendska landsstýrismannin í Uttanríkis- ráevnis- og fíggjarmálum, og grønlendsku umboðini í Útnorðurráðnum.

Landsstýrismaðurin verður aftur í Føroyum fríggjadagin.