Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum, Poul Michelsen, ið eisini er norðurlendskur samstarvsráðharri, hevur í dag verið á fundi í Norðurlendska Ráðharraráðnum. Hetta er fyrstu ferð landsstýrismaðurin hittir sínar norðurlendsku starvsbrøður sum samstarvsráðharri. Umframt Poul Michelsen luttóku á fundinum Anne Berner, finskur samskiftisráðharri, Carl Holst, danskur verjumálaráðharri, Elisabeth Aspaker, norskur fiskimálaráðharri og Veronica Thörnroos, álendskur samferðslumálaráðharri.
Á skránni var millum annað orðaskifti um marknaforðingar og vøkstur í Norðurlondum. Undir orðaskiftinum vísti landsstýrismaðurin á tann týdning, sum arbeiðið við marknaforðingum hevur fyri Norðurlond og fyri Føroyar.
Eisini var fyrireiking av Ársfundi Norðurlandaraðsins á skránni. Ársfundurin, sum í ár verður hildin í Reykjavík, er í døgunum 27. til 29. oktober.
Landsstýrismaðurin nýtti eisini høvið at hitta fráfarandi sendiharran hjá Sveits í Danmark, Denis Feldmeyer, á ferðini. Á fundinum, sum varð hildin á sendistovu Føroya í Keypmannahavn, vórðu felags áhugamál umrødd, og landsstýrismaðurin greiddi frá nýggja samgongusamstarvinum.