Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Johan Dahl, hevur við embætisfólki luttikið á árligu ráðstevnuni “Driving Sustainability”, sum var hildin í Reykjavík 14.-15. september. Endamálið við ráðstevnuni er at seta fokus á møguleikarnar fyri umhvørvisvinaligan flutning.

Á ráðstevnuni legði Mitsubishi fram sínar ætlanir í s.v. verkætlanina fyri umhvørvisvinaligum flutningi í Íslandi, sum í høvuðsheitum er grundað á elbilar til persónsflutning og biogass til tungan flutning og skip. Eisini aðrar fyritøkur løgdu fram sínar ætlanir viðv. el-bilum og sonevndum hybridbilum fyri tey komandi árini.
Johan Dahl sigur í hesum sambandi: “Eg eri sannførdur um, at flutningur við el-bilum er framtíðin, og henda ráðstevna hevur styrkt meg í trúnni. Tess fyrr vit í Føroyum síggja teir stóru møguleikarnar sum liggja í elektrifisering av flutningi, tess betri. Føroyar eru eitt lítið land við lutfalsliga stuttum koyristrekkjum og støðugum veðurlagi, og er sostatt skræddaraseymað til hetta slagi av flutningi.”