17.05.2013 · Umhvørvismálaráðið

Landsstýrismaður um ungdómsarbeiðsloysi: samfelagið hjálpir hóast kunnleikin er ov lítil

- Hóast vit í Føroyum vita ov lítið um ung uttan arbeiði, útbúgving ella læru, er fatanin, at tey eru lutfalsliga fá, og at samfelagið í stóran mun megnar at lofta og hjálpa teimum víðari, um tað ber til, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, sum í dag luttekur á ráðstevnu um ungdómsarbeiðsloysi í Norðurlondum

Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Johan Dahl, ið eisini varar av arbeiðsmarknaðarmálum, er í dag í svenska høvuðsstaðnum, Stockholm, har ið hann er við á einum norðurlendskum arbeiðsmarknaðarfundi. 

- Evnið er viðkomandi í einari tíð, har ið arbeiðsloysið millum ung í Norðurlondum er hægri enn áður, og Europa valla nakrantíð hevur havt størri ungdómsarbeiðsloysi enn nú, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður.

Vandin er, at eitt heilt ættarlið av ungum kring um í heiminum detta niðurímillum og ongantíð fáa nakað veruligt tilknýti til arbeiðsmarknaðin.

Norðurlendsku arbeiðsmarknaðarmálaráðharrarnir vóru um middagsleitið í pallborðsorðaskifti um ung uttan arbeiði, útbúgving ella læru. Á enskum verður hesin bólkur nevndur NEET (not in education, employment, or training).

Ráðharrarnir hava greitt frá støðuni í egnum landi, og hvussu londini arbeiða við NEET-avbjóðingini.

- Í Føroyum vita vit ikki nóg nógv um, hvussu stórur hesin bólkur av ungum er, og tí byggir nógv tíverri á metingar úti hjá fakfólkunum, ið arbeiða dagliga við hesi avbjóðing, sigur Johan Dahl.

- Myndin er, at NEET-trupulleikin er avmarkaður og lítið sjónligur, men metingin er eisini, at støðugt fleiri ung í Føroyum hava trupult við at koma inn á arbeiðsmarknaðin.

Í Føroyum er vanligt, at tað eydnast ungum at fáa arbeiði, ella tey fara í skúla ella útbúgva deg á annan hátt. Tí er ungdómsarbeiðsloysið eisini avmarkað. Hinvegin eru tað ung, sum hanga føst í sosialum skipanum, t.d. orsakað av sosialum ella sálarligum trupulleikum. Fyri at hjálpa hesum fólkum, so tey ikki  halda á standa uttanfyri, krevst tvørfakligt sosialarbeiði.

- Tað er ein trupulleiki, at vit í Føroyum onga gransking hava innan sosiala økið, og tí ber illa til at siga nakað vist um, hvussu tiltøkini, ið hitt almenna setur í verk, hilnast, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum.