23.08.2013 · Umhvørvismálaráðið

Landsstýrismaður avvísir pástandir

Vinnumálaráðið og landsstýrismaðurin hava handlað heilt eftir bókini, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, nú ein privatpersónur er komin við pástandum um løgmann og landsstýrismannin í einum máli um Vinnuframagrunnin

Vinnumálaráðið hevur í dag latið løgmanni frágreiðing um, hvussu málið um Vinnuframagrunnin er handfarið og avgreitt frá ráðsins og landsstýrismansins síðu.

 

Orsøkin er, at ein privatpersónur nú leggur løgmann og landsstýrismannin í vinnumálum undir at breiða út yvir óreglusemi í Vinnuframagrunninum. 

 

- Uppáhaldini vil eg staðiliga avvísa, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum.

 

Hóast frágreiðingin til løgmans ikki er fevnd av lógini um innlit í fyrisitingina, hevur landsstýrismaðurin í vinnumálum tikið avgerð um, at frágreiðingin skal almannakunngerast. 

 

- Opinleiki er besti heilivágur móti slíkum uppáhaldum, og nú hava øll møguleika at seta seg inn í málið. Bæði Vinnumálaráðið og landsstýrismaðurin hava handlað heilt eftir bókini, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum.

Frágreiðingin kann takast niður her