Enn er vón
Landsstýriskvinnan í umhvørvismálum, Ingilín D. Strøm, hevur seinastu dagarnar verið við á Copenhagen Climate Ministerial, sum er fyrireikandi fundur til COP28-veðurlagsráðstevnuna, sum verður í Dubai í novembur í ár.
Á fundinum hittust ráðharrar úr umleið 40 londum umframt umboð fyri eina røð av altjóða felagsskapum at leggja lunnar undir týðandi avgerðir, sum takast skulu á COP28.
Til umrøðu vóru átøk at avmarka avleiðingarnar av veðurlagsbroytingunum. Umrøtt varð, hvussu veðurlagsátøkini skulu fíggjast, og – ikki minst – hvussu vit kunnu seta ferðina upp, so at tað gongur skjótari at leggja um til varandi orkukeldur og vit koma burtur frá kol- og oljunýtslu fyri 2050.
Serligur dentur varð lagdur á, hvussu menningarlondini kunnu laga seg til tær ógvisligu avleiðingarnar av veðurlagsbroytingunum, og hvussu ídnaðarlondini kunnu stuðla teimum gjøgnum ein serligan skaðagrunn.
“Heimsins lond mugu gera nógv meira fyri at avmarka útlátið av vakstrarhúsgassi. Men tey, sum verða harðast rakt av veðurlagsbroytingunum, eru samstundis tey, sum í dag hava allarminst. Tí mugu vit samstundis seta pengar og orku av til at hjálpa teimum, sum hava minst, at laga seg til avleiðingarnar av teimum mannaskaptu veðurlagsbroytingunum,” sigur Ingilín D. Strøm.
IPCC, veðurlagspanelið hjá ST, læt í vikuni úr hondum eina heildarfrágreiðing um gongdina við veðurlagsbroytingunum. Frágreiðingin staðfestir, at enn ber til av venda gongdini. Men broytingarnar skulu henda her og nú. Hesi seinastu tíggju árini er vøksturin í útlátinum av vakstrarhúsgassi ikki øktur eins nógv og árini frammanundan, men enn restar nógv í at venda gongdini til veruliga minking. Longu í 2030 skal útlátið vera minkað niður í eina helvt, skulu vit halda hitavøkstrinum hesa øldina niðan fyri 1,5 stig.
Frágreiðingin hjá IPCC kann lesast her.