Fyri kortum heitti Kommunufelag Føroya á landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum, Ingilín D. Strøm, um at endurskoða skipanina við jarðhitaboringum. Hetta eftir at fleiri kommunur vóru givnar at lata boriloyvi, tí at ónøgd var millum annað um dálking frá boristøvi.
Landsstýriskvinnan í orku- og umhvørvismálum, Ingilín D. Strøm, setti tí ein skjóttarbeiðandi arbeiðsbólk at gera tilmæli til møguligar tillagingar í skipanina við jarðhitaboringum.
Arbeiðsbólkurin varð mannaður við umboðum fyri Kommunufelagið, Vinnuhúsið, Umhvørvisstovuna og Umhvørvismálaráðið.
Arbeiðsbólkurin hevur latið frágreiðing við tilmælum av hondum. Tilmælini kunnu í høvuðsheitum flokkast í fýra bólkar:
Nýggjar mannagongdir skulu tryggja, at boristøv ikki verður leitt út í nærumhvørvið
Teknisk krøv skulu verja av grundvatn í sambandi við boringar
Drekkivatnsøki skulu skrásetast betur, so tey ikki verða ávirkað av jarðhitaboringum
Jarðhitahol skulu skrásetast betur, soleiðis at vitanin kann nýtast frameftir
Landsstýriskvinnan fegnast um nýggju tilmælini. “Nú fara vit at seta hetta í verk sum skjótast, so vit kunnu tryggja, at grøna orkuskiftið kann halda áfram undir skipaðum kørmum”, sigur Ingilín D. Strøm.
Frágreiðing og tilmælið kunnu lesast her.