Landsstýrið hevur á fundi í dag umrøtt støðuna, fólk í flakavirkisskipanini koma í, tá arbeiðið steðgar upp í longri ella styttri tíð ella ógvuliga lítið arbeiði er.
Landsstýrið hevur á fundi í dag umrøtt støðuna, fólk í flakavirkisskipanini koma í, tá arbeiðið steðgar upp í longri ella styttri tíð ella ógvuliga lítið arbeiði er. Somuleiðis støðuna, fiskimenn koma í, tá skip teirra verður lagt ávíst tíðarskeið.
Landsstýrið varð samt um, at tað er tørvur á broytingum og tillagingum í ALS-skipanini, tá tað snýr seg um fólk, sum arbeiða innan hesar vinnurnar. Eisini var landsstýrið samt um, at landsstýrismaðurin í vinnumálum skal venda sær til ALS fyri at kanna, hvørt stýrið fyri ALS er sinnað at mæla til eina skipan, soleiðis at hesi fólkini ikki koma í eina verri støðu enn onnur arbeiðsleys.