Føroya landsstýri og Reyði Krossur Føroyar hava í samstarvi gjørt av at lata 1,5 millión krónur til bráðfeingis neyðhjálp til Sýria. Reyði Krossur letur 500.000 kr. og Føroya landsstýri letur 1 mió. kr. til endamálið.
Sambært Reyða Krossi er støðan í krígsherjaða Sýria ómetaliga álvarsom. Eftir fimm ár við kríggi, hava 13,5 mió. sýrar tørv á humaniterari hjálp. Familjur í túsundatali vanta bæði mat, heilivág og læknahjálp. Og orsakað av varandi streymsliti, hava familjurnar ikki havt hita seinastu mánaðirnar. Tørvurin á bráðfeingis hjálp er tí átrokandi, skulu fólk klára seg ígjøgnum kalda veturin. Stórur partur av hesum mongu, sum líða neyð, eru børn, sum ikki kenna til annað enn kríggj, neyð og deyða.
Hjálpin, sum Reyði Krossur Føroya og Føroya landsstýri veita, fer í samstarvi við Sýriska Hálvmána til fleiri endamál:
- At býta út reinførispakkar, har ein pakki til eitt virði á 145 kr. kann nøkta tørvin til reinføri hjá einari familju (4-6 persónar) í ein mánað.
- Stuðul til flytbarar heilsustøðir, sum veita læknahjálp til fólkið í krígsherjaðu økjunum.
- Psykososialan stuðul til børn og vaksin, sum eru ávirkað av hørðu upplivingunum í borgarakrígnum.
- Beinleiðis stuðul til Sýriska Hálvmána, sum er tann størsti virkni humaniteri felagsskapurin í Sýria. Sýriski Hálvmáni útvegar nýggj sjálvboðin og gevur teimum neyðuga upplæring til at veita hjálp.
Stuðulin er framhald av stuðli, latin á altjóða flóttafólkadegnum fyrr í ár, tá ið landsstýrið lat 1 millión krónur til flóttafólk í Sýria.