27.02.2017 · Umhvørvismálaráðið

Landsstýrið letur 1.4 millión í neyðhjálp til Suðursudan

Landsstýrið letur 1.4 millión í neyðhjálp til Suðursudan

Uttanríkis- og vinnumálaráðið fer at lata 1.4 míó. kr. (200,000 dollarar) í neyðhjálp til Suðursudan. Suðursudan er rakt av herviligari hungursneyð, og hjálpin verður latin átøkunum hjá World Food Programme, ið er stovnur hjá ST. World Food Programme er størsti hjálparfelagsskapur í heiminum.

Í síðstu viku lýstu stjórnin í Suðursudan og ST hungursneyð í Unity landslutinum, har norðuri í landinum. Umleið 5 milliónir fólk hava í løtuni bráðfeingistørv á mati. Tað svarar til eina slaka helvt av fólkatalinum í landinum – 11 milliónir. Borgarakríggj og turkur eru høvuðsatvoldirnar til álvarsomu støðuna, sum er støðugt versnað seinastu árini. Sambært myndugleikum í landinum og altjóða stovnum er vandi fyri, at hungursneyðin fer at spjaða seg til restina av Suðursudan, ið er millum fátækastu lond í heiminum.

- Hungursneyðin í Suðursudan er hin ringasta í heiminum seinastu árini. ST hevur heit á heimsins lond um at hjálpa, og sum partur av altjóða samfelagnum hava vit føroyingar skyldu at lata okkara íkast, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður.

- Føroyar eiga at taka á seg ein virknari leiklut úti í heimi. Vit hava hækkað játtanina til neyðhjálp, og landsstýrið ætlar í størri mun at taka upp sjálvstøðug samstørv við altjóða hjálparfelagsskapir. Hjálparveitingin til Suðursudan er størsta einstaka upphædd landsstýrið hevur latið í neyðhjálp higartil.