Landsstýrismenninir í vinnumálum og fiskivinnumálum hava undirskrivað sáttmála við Atlantic Airways um tyrlutænastu. Sáttmálin gongur yvir 10 ár og kostar 44,4 mió. kr. um árið.
Atlantic Airways hevur gjørt sáttmála við AgustaWestland verksmiðjuna í Italia um at keypa tvær nýggjar AW139- tyrlur. Hesar kosta upp móti 100 mió. kr. hvør. Nýggju tyrlurnar eru størri, tryggari og skjótari, og tær røkka longri enn verandi Bell412-tyrlurnar. Nýggju tyrlurnar eru útgjørdar við nýggjastu tøknini, ið krevst til leiting og bjarging.
Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, fegnast um nýggja sáttmálan við Atlantic Airways, sum samanumtikið fer at veita borgarum í Føroyum eina munandi betri tænastu. Nýggju tyrlurnar eru ein týðandi bati fyri rutuflúgvingina millum oyggjarnar; tær taka 15 ferðafólk í mun til tey 9, sum gomlu Bell412-tyrlurnar kunnu taka, og tær eru útgjørdar við super silent-kabinum, ið merkir, at tað verður ikki neyðugt við oyravernd.
AgustaWestland-tyrlurnar eru væl royndar aðrastaðni, og tær verða nýttar til leiting og bjarging í eitt nú Stóra Bretlandi. Sostatt vera hesar tyrlur mettar at vera tær bestu á marknaðinum til tær uppgávur, ið sáttmálin við landsstýrið fevnir um.
Um alt gongur eftir ætlan, er fyrsta tyrlan á flogi við árslok. Seinna tyrlan verður væntandi á flogi í apríl 2016.
Mynd: Johan Dahl og Jacob Vestergaard, landsstýrismenn, og Niels Mortensen, nevndarformaður og Marius Davidsen, fíggjarstóri, Atlantic Airways.