Landstýrsmaðurin í vinnumálum skipaði í farnu viku fyri kunningarferð til fleiri donsk granskingar- og innovatiónsumhvørvi
Kunningarferð um karmar fyri vinnuliga gransking og menning
Landstýrsmaðurin í vinnumálum skipaði í farnu viku fyri kunningarferð til fleiri donsk granskingar- og innovatiónsumhvørvi.
Ferðin var liður í arbeiðinum at skapa umhvørvi ið kunnu stimbra vøkstur í vitanarvinnum í Føroyum. Við á ferðini vóru eisini landsstýrismaðurin í heilsumálum og fólk úr føroyska granskingarumhvørvinum.
Vitjað var í Forsknings- og innovationsstyrelsen, í granskaraparkum og innovatiónsumhvørvum, á granskingargrundaðum virkjum, og hjá feløgum við endamáli at skapa netverk um vøkstur í vitanarvinnum.
Ferðin var væleydnað, og legði upp til framhaldandi breitt samstarv tvørtur um aðalráð og millum granskingarumhvørvið og vinnuna. Í Vinnumálaráðnum heldur hetta arbeiðið tí áfram, og næsta ítøkiliga stig verður almennur evnisdagur um vinnuliga gransking og menning í Norðurlandahúsinum 5. desember. Høvuðsendamálið við evnisdegnum er at varpa ljós á vinnugransking og hvussu bestu karmarnir fyri innovatión kunnu skapast.