Kunning um kaðalslit
30. januar bað landsstýrismaðurin í vinnumálum leiðsluna í Føroya Tele um eina frágreiðing um kaðalslitið til Suðuroynna.
Í frágreiðingini, sum landsstýrismaðurin nú hevur fingið, greiðir Føroya Tele frá, at arbeitt verður við tveimum loysnum soleiðis, at breiðbandið skjótast gjørligt aftur fæst at virka við teirri ferð, sum var áðrenn brekið. Onnur loysnin er at styrkja radiosambandið við at seta eitt nýtt radiolink upp millum Sandoynna og Suðuroynna. Hin loysnin er at skoyta kaðalin millum Skálavík og Víkarbyrgi. Eftir ætlan verða báðar loysnirnar klárar innan fyri eina viku.
FT-Net viðurkennir, at tað hava verið størri trupulleikar av sjókaðalunum enn væntað. Tað er møguligt at tryggja kaðlarnar soleiðis, at teir liggja betri og ikki flyta seg eftir botninum; FT-Net kannar hesar møguleikar.
Føroya Tele ásannar, at verandi støða ikki er nøktandi, og tí verður tað raðfest frammarliga at finna eina góða og varandi loysn, sum kann setast í verk skjótast gjørligt.