02.11.2020 · Umhvørvismálaráðið
Kunning til veljarar, sum vegna COVID-19 eru í avbyrging, sóttarhaldi ella heimauppihaldi
Kunning til veljarar, sum vegna COVID-19 eru í avbyrging, sóttarhaldi ella heimauppihaldi
Veljarar, sum vegna COVID-19 eru í avbyrging, sóttarhaldi ella heimauppihaldi, skulu ikki møta á valstaðnum sjálvan valdagin fyri at greiða atkvøðu til kommunuvalið. Hesir veljarar kunnu í staðin útinna sín valrætt við brævatkvøðu.
Atkvøðugreiðsla við brævi fer fram í tíðarskeiðnum frá týsdegnum 3. november 2020 til mánadagin 9. november 2020. Atkvøðuseðilin skal vera komin fram til valstaðið, áðrenn atkvøðugreiðslan byrjar tann 10. november 2020.
Veljarar, sum eru í avbyrging, sóttarhaldi ella heimauppihaldi, verða bidnir um at seta seg í samband við avvarðandi kommunu ella valnevnd, soleiðis at valnevndin kann fyrireika, hvussu atkvøðugreiðslan við brævi skal fara fram.
Trýst her fyri at síggja eitt yvirlit yvir kommunurnar.