02.07.2015 · Umhvørvismálaráðið

Kunning frá Elnevndini og SEV

                                                                   

 

DS/EN 60439 talvunormur úr gildi 30. juni 2015

 

Í 2009 kom DS/EN 61439 í gildi við eini skiftistíð upp á fimm ár, samstundis sum DS/EN 60439 eisini var galdandi. 1. november 2014 fór DS/EN 60439 úr gildi í Danmark, og eftir hetta skulu talvur framleiðast eftir DS/EN 61439.

Av tí at ivamál stungu seg upp, hvørt tað vóru DS/EN 60439 ella DS/EN 61439, sum skuldu nýtast, avgjørdi Elnevndin at leingja skiftistíðina til og við 30. juni í ár, meðan nevndin kannaði nærri, hvør talvunormur skuldi brúkast.

Á fundi 23. juni 2015 samtykti Elnevndin, at DS/EN 60439 fer úr gildi 30. juni 2015, og at talvur eftir hetta skulu framleiðast eftir DS/EN 61439.

 

Vinalig heilsan

Elnevndin