Tann 7. mai í ár varð løgtingssamtyktin um starvsviðurskifti o.a. hjá sjófólki (millumtjóðasáttmálin ILO 188) sett í gildi fyri Føroyar.
Við lógini fylgja nakrar kunngerðir sum nú eisini eru lýstar. Kunngerðirnar fevna um hvílutíð, skrivligar avtalur, um trúnað í sambandi við viðgerðir av klagum, og um fría heimferð og fíggjarliga trygd.
“At viðurskiftini umborð á skipum eru sett í fastar karmar er ikki nýtt, men við nýggju kunngerðunum er tey blivið meira útgreinað, og Føroyar fylgja altjóða reglum á økinum,” sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður við sjóvinnumálum. Hann heldur, at umframt týdningin av at hava góð viðurskifti umborð, hevur hetta eisini týdning fyri umdømi Føroya í útheiminum. Landsstýrismaðurin vísir í hesum sambandinum á, at tá flakatrolarin Gadus herfyri fekk altjóða góðkenning frá Global Seafood Assurances fyri ábyrgdarfullan fiskiskap, var tað júst tað, at skipið altíð livir upp til altjóða krøv til arbeiðsumhvørvi og trygd, ið var ein av grundgevingunum fyri heiðurin.
“Góð viðurskifti umborð á skipum styrkja umdømið millum tey ið keypa okkara fiskavørur, og hetta kemur afurat týdninginum av, at manningin hevur tað gott,” sigur Helgi Abrahamsen. Hann heldur tí at tað hevur stóran týdning fyri Føroyar, at vit fylgja altjóða reglum á økinum.