28.08.2014 · Umhvørvismálaráðið

Kunngerð um tryggingarfulnað fyri ognarskiftistryggingar kemur í gildi 1. september

Við løgtingslóg um keyp og sølu av fastogn og løgtingslóg um brúkaravernd í sambandi við at keypa og selja fastogn o.a. broyttust fortreytirnar hjá teimum, ið selja og keypa fastogn munandi.

Ein av mest týðandi broytingunum var, at seljarar fingu møguleika fyri at fáa eina støðufrágreiðing gjørda um ognina. Við grundarlag í hesi støðufrágreiðing ber til at fáa til vega eina ognarskiftistrygging, sum í ávísan mun dekkar teir skaðar, sum møguliga eru við ognini, men sum ikki eru sjónligir, tá ið ognin verður seld. Kunngerð um tryggingarfulnað fyri ognarskiftistryggingar er knýtt at kunngerð um húsaskoðanarskipan, sum eisini kemur í gildi 1. september. 

 

Leggjast skal tó til merkist, at einans fysiskir skaðar, sum standast av soppavøkstri, eru fevndir av kunngerðini. Sostatt eru aðrar avleiðingar av soppavøkstri, t.d. vánaligt inniklima, ikki  fevndar av kunngerðini. Hetta er m.a. orsakað av, at kanningarhættirnir eru so mikið óvissir, at úrslitini lættliga kunnu vera skeiv, eins og møguligur soppavøkstur kann broytast, alt eftir hvussu húsini verða nýtt, t.d. í sambandi við matgerð, reingerð o.tíl.