08.07.2016 · Umhvørvismálaráðið

Kunngerð um at vátta vekt av pakkaðum bingjum sett í gildi

Kunngerð um at vátta vekt av pakkaðum bingjum sett í gildi

Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum hevur sett nýggja kunngerð, kunngerð nr. 77 frá 29. juni 2016 um at vátta vekt av pakkaðum bingjum, í gildi, Sí kunngerðina her.

Krøv um at vátta vektina á pakkaðum bingjum, ið verða fluttar sjóvegis, eru ásett í altjóða sáttmálanum SOLAS til at koma í gildi tann 1. juli 2016. Við nýggju kunngerðini verða hesi altjóða krøvini implementerað í føroyska lóggávu. Endamálið við krøvunum er at bøta um trygdina umborð á bingjuskipum.

Sambært kunngerðini skulu allar bingjur, ið frá 1. juli 2016 verða lastaðar í føroyskari havn umborð á skip í altjóða sigling, hava upplýsingar um “váttaðu vektina” - Verified Gross Mass (VGM) í flutningsskjølunum. VGM kann framyvir bert ásetast eftir tveimum ávísum mannagongdum, ið nærri reglur eru ásettar um í kunngerðini.