16.09.2016 · Umhvørvismálaráðið

Kubanska sendifrúgvin hitt Poul Michelsen og Høgna Hoydal

Kubanska sendifrúgvin hitt Poul Michelsen og Høgna Hoydal

Í gjár hitti kubanska sendifrúgvin til Danmarkar, Yilliam Gómez, landsstýrismennirnar Poul Michelsen og Høgna Hoydal á fundi í Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum.

Sendifrúgvin er á privatari vitjan í Føroyum, og nýtti høvið at hava fund við landsstýrismennirnar í uttanríkis- og vinnumálum og fiskivinnumálum at umrøða møguleikar fyri meiri samvinnu landanna millum. Á fundinum samdust tey um, at ein byrjan kann vera at gera eina felags yvirlýsing (Memorandum of Understanding), har ið partarnir siga seg vilja virka fyri øktum samstarvi. Eitt slíkt skjal verður nú fyrireikað.

- Kuba er í ferð við at lata upp fyri handli og samvinnu við Vesturheimin, og sendifrúgvin vísti stóran áhuga fyri Føroyum í hesum sambandi, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður.

- Enn er ov tíðliga at siga, hvat hetta kann blíva til. Men vit eiga at kanna, hvørjir møguleikar kunnu liggja í hesum. Tað kann vera ein fyrimunur at vera tíðliga úti í mun til ein marknað, sum er um at opna seg, eisini á fiskivinnuøkinum. Eitt nú eru bæði londini limir í NAFO.”