KOKS: Ein søga um hart og miðvíst arbeiði, og stórar og djarvar visjónir.
Seinnapartin í dag 24. februar skipaðu Uttanríkis- og vinnumálaráðið og Løgmansskrivstovan fyri móttøku fyri KOKS í samband við at matstovan, sum tann fyrsta í Føroyum, hevur fingið ein Michelin stjørnu.
Á móttøkuni helt Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis og vinnumálum røðu.
Røðan hjá Poul Michelsen, landsstýrismanni:
Góða samkoma,
Eg vil ynskja KOKS og øllum fólkunum handan matstovuna hjartaliga tillukku við Michelin stjørnuni.
Hetta er eitt megnar avrik, sum hugtekur okkum øll – og vit eru øll stolt, bæði tykkara og landsins vegna. Tí hetta er ein søga um hart og miðvíst arbeiði og stórar og djarvar visjónir. Úrlitið av eini vissu um, at føroysku rávørurnar eru í heimsflokki, og at føroyskir kokkar kunnu teljast millum teir bestu.
Michelin stjørnan er sjón fyri søgn um, at KOKS er komið í heimselituni innan matgerðarlist og telist millum fremstu ambassadørar fyri Nýnorrøna matinum. Michelin stjørnan hjá KOKS fær uttan iva stóran týdning fyri føroysku matstovu- og ferðavinnuna, og er ein íblástur og fyrimynd fyri føroyska vinnulívið og íverksetarar.
Vit vita, at fleiri og fleiri ferðafólk ferðast til ymisk ferðamál fyri at eta góðan mat, og vit hava longu sæð og hoyrt, hvussu stóra ávirkan stjørnan hevur havt fyri KOKS, nú tit longu hava fingið fleiri hundraðtals bíleggingar úr øllum heimshornum.
Umframt stóru ávirkanina á KOKS og matstovuvinnuna í Føroyum, fer hetta uttan iva at hava eina jaliga ávirkan á Føroyar sum ferðamál. Føroyar eru lutfalsliga ókendar í heimshøpi, og tí ger tað stóran mun at vit eisini koma á tað gastronomiska heimskortið.
Tað er mín vón, og eg ivist heldur ikki í, at Michelinstjørnan hjá tykkum fer at vera við til at hækka støðið á føroyskum matstovum yvirhøvur. Tykkara vaksandi tal av gestum fer eisini at økja um eftirspurningin á øðrum matstovum. Hetta kann tí geva allari matstovuvinnuni íblástur og áræði.
Lat meg venda aftur til djørvu visiónirnar.
Stjórin í Gist&Vist samtakinum, Johannes Jensen, eigur uttan iva sín stóra lut í, at KOKS hevur sett Føroyar á gastronomiska heimskortið. Tað hevur kravt stórt dirvi av honum, tá avgerðin um at lata upp eina fine-dining matstovu av fyrstani tíð varð tikin. Slíkar matstovur hava vit føroyingar ikki verið vanir við, og helst ivast fleiri tann dag í dag, um tað í Føroyum er grundarlag undir slíkari matstovu. Tí gleðir tað okkum, at tykkara framtíðar kundagrundarlag við Michelinstjørnuni er víðkað almikið.
Við hørðum arbeiði, ágrýtni og dugnaligum starvsfólkum hevur Johannes megnað at skapt eina – ja, fleiri – fantastiska góðar matstovur, sum vit føroyingar eru sera ernir av.
Vegna Føroya Landsstýri vil ynskja KOKS og øllum valaliðnum handan matstovuna hjartaliga til lukku við Michelinstjørnuni. Vit gleðast saman við tykkum og ynskja tykkum blíðan byr.
(
(Myndir: Tróndur Dalsgard)