18.06.2012 · Umhvørvismálaráðið

Kinesisk sendinevnd á vitjan

Kinesisk sendinevnd á vitjan

Johan Dahl, landsstýrismaður, hevur í morgun verið á fundi við kinesisku sendinevndina, sum kom til Føroya leygarkvøldið. Endamálið við ferðini hjá sendinevndini er at kunna seg um føroyska matvøruframleiðslu og tað matvørueftirlit, sum Heilsufrøðiliga starvsstovan fremur.

 
 
Leiðarin fyri kinesisku sendinevndini er Yang Gang, varaministari. Við á ferðini eru eisini umboð fyri AQSIQ, sum er stovnurin fyri matvørutrygd, matvøruinn- og útflutningi og djóra- og plantuheilsu.
 
Á fundinum boðaði Yang Gang frá, at kinesiskir myndugleikar hava stórt álit á føroysku matvøruframleiðsluni, og at Føroyar av somu orsøk hava eina serliga støðu, tá ið umræður matvøruinnflutning úr Føroyum. Tosað varð eisini um møguleikan at útflyta aðrar matvørur til Kina, serliga annan fisk enn laks, og hetta metti sendinevndin eisini vera sera áhugavert.
 
Á fundinum nýtti landsstýrismaðurin eisini høvi at umrøða onnur týðandi viðurskifti, m.a. møguleikan at økja um ferðvinnusamstarvið millum Kina og Føroyar, eins og landsstýrismaðurin nýtti høvi at umrøða komandi orkuverkætlanirnar, granskaralundina, og møguleikan at nýta Føroyar sum umskipingarstøð, tá ið farið verður at sigla gjøgnum norðvesturpassaguna. Sendinevndin játtaði at tryggja, at hesi verða borin víðari til røttu myndugleikarnar.
 
At enda boðaði landsstýrismaðurin frá áhuga Føroya at fáa eina føroyska sendinevnd til Kina at umrøða framtíðarsamstarv landanna millum, og hesum tók sendinevndin eisini undir við. Arbeitt verður nú víðari við málinum.