Landsstýriskvinnan í vinnumálum hevur tikið stig til almenna kapping, har fólk fáa høvi at koma við hugskotum um lágorkuhús. Endamálið er at varpa ljós á umhvørvið og tilvitaða orkunýtslu í sambandi við húsabygging í Føroyum. Landsverk skal standa fyri kappingini, sum ætlandi verður nærri lýst í fjølmiðlunum í august.
Hitapumpur, sólsellur, jarðhiti, vindmylnur. Hugflogið er stórt millum føroyingar nú oljuprísurin er farin upp og ljós er varpað á veðurlagsupphitingina. Eitt vinnupolitiskt mál hjá sitandi samgongu er, at vinna á sjógvi og landi skulu fylgja fremstu altjóða málum fyri orkunýtslu og varandi orkukeldum.
Sum eitt av fleiri liðum at røkka hesum máli hevur Bjørt Samuelsen, landsstýriskvinna í vinnumálum, saman við Landsverki tikið stig til almenna kapping, sum skal geva íblástur til skynsama orkunýtslu í sambandi við bygging her á landi.
Avgjørt er at skriva út kapping um ein lágorkubygning, sum kann virka sum fyrimynd fyri framtíðar byggivirksemi, ið tekur fyrilit fyri orkunýtsluni og umhvørvinum. Talan verður um ein mynsturbygning, ið kann nýtast til vinnuligt og privat endamál. Bygningurin skal nýta lítla orku og hava møguleikar fyri at nýta alternativar orkukeldur. Hann skal vera gjørdur úr dygdargóðum tilfari, vera góð byggilist og góður at virka og vera í.
Landsverk skipar fyri kappingini. Stovnurin evnar til kappingartilfar og -treytir, og eftir ætlan verður lýst við kappingini í fjølmiðlunum í august. Luttakararnir fáa síðani nakrar mánaðir at fyrireika síni uppskot. Virðisløn verður latin vinnandi uppskotunum.
Hugsanin er, at uppskotini skulu kunna umsetast til veruleika, so at bygningurin kann verða bygdur og standa sum ein sjónlig fyrimynd um skynsama orkunýtslu og nýtslu av byggitilfari.
Eitt endamál við kappingini er at savna vitan um orkuvinaliga bygging – vitan, sum bæði byggivinnan, borgarin og almennir myndugleikar kunnu nýta gott av. Tískil verður kappingin um lágorkubygningin eitt virðismikið íkast fyri komandi byggivirksemi, sum tekur fyrilit fyri umhvørvinum og orkunýtsluni.