Landsstýrismaðurin hevur svarað fyrispurningi frá Kristionnu Winther Poulsen, løgtingskvinnu, um nýliga gjørdu kanningina hjá Kappingareftirlitinum av føroyska oljumarknaðinum
Kristionnu Winther Poulsen, løgtingskvinna, hevur spurt landsstýrimannin
- um hann metir, at kanningin hjá Kappingareftirlitinum er eftirfarandi, hóast oljufeløgini hava sátt iva um tað, og
- hvat landsstýrismaðurin metir ítøkiliga kann gerast fyri at fáa kapping millum oljufeløgini til frama fyri brúkaran umframt,
- hvat landsstýrismaðurin heldur um hugskotið at skapa karmar fyri, at nýggj feløg koma á marknaðin.
Landsstýrismaðurin hevur svarað, at tað er ikki rætt av honum at viðmerkingar til, hvørt kanningin hjá Kappingareftirlitinum er eftirfarandi.
Víðari sigur landsstýrimaðurin í svarinum:
”Tað eru tvey stór oljufeløg, sum hava eina ráðandi marknaðarstøðu á oljumarknaðinum. Hetta kann avmarka kappingina, og størri kapping á oljumarknaðinum kundi verið ein fyrimunur bæði fyri samfelag og brúkara. Kappingareftirlitið kann ikki áleggja oljufeløgunum skyldur uttan í førum, har Kappingareftirlitið metir, at talan er um brot á kappingarlógina.
Ein kanning eftir § 24 a hevur til endamáls at greina viðurskiftini á einum marknaði við støði í búskaparfrøði at seta fram møguligar loysnir. Ein slík kanning hjá Kappingareftirlitinum inniheldur ikki løgfrøðiligar metingar av, um brot eru framd á kapppingarlógina.
Ein kanning eftir § 24 a kann hava við sær, at Kappingareftirlitið fer at kanna, um brot er framt á lógina.
Kappingarráðið hevur tikið avgerð um, at Kappingareftirlitið skal kanna, hvørjir møguleikar eru at fáa øðrum javnbjóðis atgongd til heilsøluliðið.
Verður talan um, at Kappingareftirlitið tekur avgerð um áleggingar eftir kapitli 2 í kappingarlógini (forboð ímóti kappingaravlagandi avtalum) ella kapitli 3 (misnýtsla av ráðandi støðu), fari eg ikki at leggja meg út í tað, tí talan er um ein stovn, sum í tílíkum málum er óheftur av landsstýrismanninum.
Talan kann hinvegin vera um onnur tiltøk, sum ikki eru grundað á, at brot er framt á kappingarlógina, men sum mett verður skilagott at fremja, og sum krevja politiska støðutakan.
Til Kappingareftirlitið hevur gjørt sínar kanningar og er liðugt við sítt arbeiði, fari eg at bíða við at gera nærri viðmerkingar til málið.