15.09.2009 · Umhvørvismálaráðið

Johan Dahl verið á stevnu um íverksetan

Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Johan Dahl, hevur verið á íverksetararáðstevnuni “Iværk og Vækst 09”, sum var í Keypmannahavn.

Endamálið við luttøkuni var at fáa íblástur og kunning til ein meira ítøkiligan langtíðar íverksetarapolitikk í Føroyum.

Vinnumálaráðharrin metir tað av avgerandi týdningi at nøra um íverksetan í Føroyum. “Fáa vit eina íverksetaramentan í Føroyum, verður vinnulívið meira dynamiskt og meira fjøltáttað”, sigur Johan Dahl. “Hetta krevur tó, at vit byrja í fólkaskúlunum við at fáa børn at hugsa um íverksetan soleiðis, at tey síggja íverksetan sum eitt veruligt alternativ til aðrar yrkisleiðir” leggur hann afturat.
 
Johan Dahl hevur kunnað seg um, hvussu danir hava skipað íverksetarapolitikkin og fingið íblástur frá fundum við ymiskum felagsskapum og fyritøkum. Millum annað varð tosað við Væksthusene og við felagsskapin “Kvinder som Virksomhedsejere”, har landsstýrismaðurin vísti á týdningin av at fáa fleiri kvinnuligar íverksetarar í Føroyum.
 
Á myndini sæst Johan Dahl saman við Palle Weidlich, virkisráðgeva hjá Væksthusene, og Malene Haugaard, stjóra í Væksthusene.