29.05.2013 · Umhvørvismálaráðið
Johan Dahl umrøtt føroyskan útflutning til Russlands við russiska sendiharran í Keypmannahavn
Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, hevur í dag havt fund í Tinganesi við Mikhail Vanin, ið er russiskur sendimaður í Keypmannahavn.
Á fundinum vórðu hildnar framløgur um føroyska vinnu og møguleikar fyri framtíðar samstarvi millum Føroyar og Russland (Russland, Kasakstan og Hvítarussland).
Landsstýrismaðurin nýtti eisini høvi til á fundinum at tosa um sonevnda russlandslistan, t.e. listin yvir føroyskar matvøruframleiðarar, ið útflyta vørur til Russlands.
Fleiri týðandi matvøruframleiðarar hava ikki verið á hesum lista, og landsstýrismaðurin ynskti at skunda undir vantandi góðkenningarnar – eitt mál, sum Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur arbeitt við í longri tíð.