Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, var í gjár til almenna móttøku á russisku sendistovuni í Keypmannahavn.
Móttøkan varð hildin í sambandi við russiska tjóðardagin. Russiski sendiharrin í Keypmannahavn, Mikhail V. Vanin, var vertur fyri móttøkuni. Umframt landsstýrismannin vóru eisini Árni Dam, russiskur konsul í Føroyum, og frú Marianna Dam boðin til móttøku.
Landsstýrismaðurin vísir á, at russiski marknaðurin fær alsamt størri týdning fyri føroyskar fyritøkur, ið útflyta alt meira til russiska marknaðin. Tað hevur tí stóran týdning, at vit alla tíðina miða eftir at hava so góð handilssambond við russar sum gjørligt.