Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, luttekur á oljuvinnumessuni, ONS 2012, í Stavanger
Johan Dahl metir tað hava stóran týdning fyri føroyskt vinnulív at luttaka á ONS. Vinnan skal vera sjónlig í olju- og frálandahøpi, og tað er ONS viðvirkandi til. ONS er ein tann størsta messan av hesum slagi, og er hon ein týðandi pallur, har føroyska vinnan kann bjóða seg fram.
Tað er við hesum í huga, at Johan Dahl luttekur á ONS 2012 eins og undanfarin ár. Landsstýrismaðurin stuðlar vinnuni og vil vera viðvirkandi til, at olju- og frálandavinnan mennist og verður enn meira týðandi vinna í Føroyum.
Landsstýrismaðurin leggur áherðslu á, at tað framhaldandi verður áhugi fyri olju- og frálandavinnu í Føroyum. Føroyskir veitarar menna alsamt sínar tænastur, og útlendskar fyritøkur skulu eisini síggja Føroyar sum ein spennandi aktør, bæði nú og í framtíðini.
Á ONS 2012 skal landsstýrismaðurin m.a. luttaka á oljutoppfundinum ONS Summit, har ríkisleiðarar og oddafólk í altjóða oljufeløgum úr 20 londum koma saman at umrøða altjóða orkumál í einum geopolitiskum høpi.
Harumframt hevur Johan Dahl fundir við fleiri umboð fyri vinnulív og myndugleikar frá lítla norska býnum Hammerfest fyri at fáa innlit í, hvussu kommunan hevur fyrireikað seg til at gerast ein týðandi aktør í altjóða frálandahøpi.