01.05.2013 · Umhvørvismálaráðið

Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, hevur í dag verið á fundi við Koji Sekimizu, aðalskrivara í IMO

Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, hevur í dag verið á fundi við Koji Sekimizu, aðalskrivara í IMO

Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, hevur í dag í sambandi við arbeiðsferð sína í London havt fund við Koji Sekimizu, aðalskrivara í IMO, ið stendur fyri International Maritime Organisation.

 
Á fundinum umrøddu teir viðkomandi mál av týdningi fyri atlimaskap Føroya í IMO. Landsstýrismaðurin vísti m.a. á, at virksemið hjá IMO er av stórum týdningi fyri Føroyar og at hann, sum avvarðandi landsstýrismaður innan økið, raðfestir IMO høgt.
Føroyar luttaka aktivt í IMO og aðalmálið er, at Føroyar støðugt skulu hava dagførdar reglur á økinum.
Landsstýrismaðurin og aðalskrivarin í IMO umrøddu viðurskifti viðvíkjandi trygd á sjónum og havumvørvið. Eisini varð víst á, at føroyska flaggið er á hvíta lista hjá Paris MoU.
Aðalskrivarin í IMO var fegin um raðfestingarnar hjá landsstýrismanninum og frøddist um, at landsstýrismaðurin luttekur á IMO-fundinum í november mánaði í ár.