Johan Dahl, landsstýrismaður hevur sent svar til landsstýrismálanevndina
Svar til niðurstøðu hjá Landsstýrimálanevndina í málinum um klagu um gjøld fyri løggilding av elinnleggjarum.
Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum hevur í dag sent soljóðandi svar til landsstýrismálanevndina:
Landsstýrismálanevndin hevur gjørt endaliga niðurstøðu í nevnda máli, og er niðurstøðan hendan:
”Av tí, at landsstýrismaðurin við kunngerð 111. frá 11. desember 2008 hækkaði gjaldið frá 1.000 kr. til 3.000 kr., og sostatt setti gjaldið væl hægri enn bæði tær útreiðslur, ið standast av El-nevndini, og játtanini til El-nevndina á fíggjarlógini, metir Landsstýrismálanevndin, at landsstýrismaðurin er farin út um sínar heimildir sambært § 3, stk 3 í løgtingslóg um løggilding av elinnleggjarum”.
Vinnumálaráðið metir framvegis, at tað ikki er grundarlag fyri avgjørdu niðurstøðu Landsstýrismálanevndarinnar um, at landsstýrismaðurin er farin út um sínar heimildir, sbr. eisini frágreiðingina frá Eybjørn Larsen, adv.
Høvuðsatfinningarnar til avgjørdu niðurstøðu Landsstýrismálanevndarinnar eru:
1. At Landsstýrismálanevndin ikki í nóg stóran mun hevur tikið atlit til, at umsitingin hevur vítt rásarúm at meta um, hvørjar útreiðslur skulu verða rindaðar av gjøldunum (náttúrligt tilknýti millum tað, sum rindað verður fyri, t.e. løggildingina, og tær útreiðslur, sum inntøkurnar av gjøldunum skulu fíggja), sbr. gebyrdómin frá 1993, U. 1993.757. H.
2. At Landsstýrismálanevndin ikki í nóg stóran mun hevur tikið atlit til, at inntøkurnar av tílíkum gjøldum og útreiðslurnar, sum inntøkurnar skulu fíggja, ikki nýtast at javnviga árliga, men at inntøkurnar skulu ikki vera størri enn útreiðslurnar yvir eitt áramál.
3. At tað ikki sæst, at Landsstýrismálanevndin hevur viðgjørt spurningin um, hvørt faktisku útreiðslurnar hjá El-nevndini kunnu metast at hava náttúrligt tilknýti til løggildingarnar, og/ella hevur viðgjørt hendan spurningin á skeivum grundarlagi. Hetta sæst eisini av, at nevndin í síni frágreiðing nevnir, at El-nevndin hevur uppgávur eftir sterkstreymslógini, t.d. ognartøkumál, mál um sterkstreymsleiðingar yvir og undir veg, sum nevndin metir einki náttúrligt tilknýti hava við løggildingina. Men her eru faktisku umstøðurnar tær, at El-nevndin ongar útreiðslur hevur av hesum uppgávum, tí eingi tílík mál hava verið í El-nevndini.
4. At eisini sterkstreymslógin, sbr. viðmerkingar til lógina, hevur sum fyritreyt, at El-nevndin í øllum førum lutvíst skal fíggjast við gjøldum frá elinnleggingum.
5. At Løgtingið er kunnað um gjaldið, og hvat tað verður nýtt til (inntøkur av gjaldinum og hvat tað verður nýtt til sæst í árligu fíggjarløgtingslógunum).
Vinnumálaráðið fer kortini nú at kanna, um tað er gjørligt fíggjarliga at útgreina faktiska virksemið hjá El-nevndini upp á ymisk mál, og fer út frá tí at gera eina meting av, hvørt gjaldið er ov høgt sett, og fer at meta um møguliga afturgjalding av tí, sum møguliga er kravt ov nógv. Eisini verður lógaruppskot lagt fram í heyst til tess at útvega greiðari lógarheimild.
Avrit av hesum skrivi er sent løgmanni.
Johan Dahl
landsstýrismaður
/Arne Poulsen