Johan Dahl, landsstýrismaður, er í hesum døgum í Brússel á fiskivinnuframsýning saman við umleið 100 øðrum føroyingum.
Johan Dahl, landsstýrismaður, er í hesum døgum í Brússel á fiskivinnuframsýning saman við umleið 100 øðrum føroyingum.
Á fiskivinnuframsýningini fer landsstýrismaðurin, saman við Invest.fo, millum annað at slóða fyri, at alivinnan, íleggjarar í alivinnuni og veitarar til alivinnuna fáa eyguni upp fyri nýggju royndarverkætlanini hjá Fiskaaling at ala á opnum havi.
Metingar av framtíðar brúkaraatferð benda á, at eftirspurningurin eftir aldum fiski fer at vaksa í framtíðini. Ein hin størsta avbjóðingin fyri framtíðar vøkstri í alivinnuni í Føroyum er avmarkaðu aliøkini.
Um verkætlanina sigur landsstýrismaðurin:
“Landsstýrið sær stórar møguleikar í at ala á opnum havi á økinum eystan fyri Nólsoynna frá Borðoynni suður móti Suðuroynni, og er tí verkætlanin hjá Fiskaaling sera áhugaverd.
Vinnan kann vaksa nakað við at ala meira á verandi økjum, men skal vinnan vaksa nógv, er neyðugt at finna nýggj øki, helst so langt burtur frá verandi økjum, sum til ber, fyri at avmarka spjaðing av sjúkum og parasittum”.
Leitað verður nú eftir samstarvspørtum at arbeiða saman við Fiskaaling um royndarverkætlanina at ala á opnum havi.
Meira fæst at vita um verkætlanina frá Fiskaaling 214747.